Regatta

Siglt verður av Eiði til Hósvíkar fríggjadagin klokkan 17.00. Tá komið verður til Hósvíkar, verður døgurði í bygdarhúsinum, og leygarmorgunin er morgunmatur. Tað kostar 150 krónur at luttaka, men tá er blusa og matur íroknaður

Sjómannadagur
Sjómannadagur verður í Klaksvík leygardagin. Skráin byrjar klokkan 9.00 á morgni og øll tiltøk eru ókeypis. Mongu kappingarnar plaga at vera ógvuliga undirhaldandi, tá menn egna um kapp, flisa eplir um kapp, halda dreggi og ymiskt annað. Skráin sæst á sjomannadagur.fo

Ovastevna
Ovastevna verður í Nólsoy leygardagin. Nógvir bátar fara úr Hósvík til Nólsoyar fyrrapartin, men Ternan siglir eisini allan dagin og náttina við. Á skránni er bæði sjónleikur, tónleikur og alt møguligt annað, sum hoyrir eini bygdarstevnu til

KÍ – HB
Gamli fótbóltsklassikarin millum KÍ og HB verður sunnudagin klokkan 15.00. Talan er um 20. leikumfar í Effodeildini. Stóri spurningurin er, um hetta er dysturin, har KÍ loksins vinnur aftur, ella um HB fer at staðfesta sína støðu sum landsins besta lið

Sjónleikur á teknmáli
Leikurin Elements er skaptur í samstarvi millum Ísland, Noreg, Kanada og Grønland. Hvørt land ber fram eina lítla søgu, knýtt at egnari mentan og vald úr frá sermerktu náttúruni í hvørjum landi. Bæði leikarar o leikstjórar eru deyv, tí verður leikurin framførdur á deyvamáli, men er kortini vælegnaður til hoyrandi áskoðarar