Øregaard 100 ár

Í gjár, hósdagin 29. juni 2006, vóru 100 ár síðan ein av okkara kendastu politikarum, Jákup Frederik Øregaard, løgtingsmaður, varð føddur í 1906.

Jákup Frederik Øregaard, ella Øregaard, sum hann vanliga varð nevndur var  leirvíkingur, men búsettist í Norðragøtu.
 
Øregaard var løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, valdur í Eysturoyar valdømi og sat á løgtingi frá 1940 til 1978. Hann var løgtingsformaður í 20 ár. Hann sat eisini í sóknarstýrinum í Gøtu í nogv ár og eitt skifti sum formaður.
 
Jákup Frederik Øregaard doyði í eini ferðsluvanlukku 6. mars 1980, 73 ára gamal.