Tá G! 2010 skuldi byrja hóskvøldið, gjørdu regn og nógvur vindur av álvara um seg. Á sandinum í Gøtu skolaðu tungar aldur heilt niðan undir pallin, á tjaldingarplássinum fóru fleiri tjøld um koll og onnur fuku út á fjørðin og gøturnar í Gøtu vóru at kalla manntómar, tí tað regnaði av grimd. Mest vóru vaktarfólk og fyrireikarar at síggja.
Tað sá ikki gott út. Fleiri gestir á tjaldingarplássinum funnu leiðina heim, tí tjøldini vóru burtur, stóri pallurin mátti ruddast, og hugsingur var ikki um at byrja konsertskránna, tí ongin hevði hug at vera úti og ráðiligt var helst ikki at hava tónleikarar á váta pallinum millum ljós og leidningar.
G! Moll
Øll bíðaðu. Skráin skuldi byrja klokkan 17, men millum klokkan 17 og 19 leikaði harðast á. Onkur vildi vera við, at hetta var so sorgblítt, at her var av sonnum talan um G! Moll.
Men lagið á fyrireikarum, starvsfólki og festivalgestum fánaði ongantíð, og tá klokkan gjørdist 19 sást, at veðrið batnaði. Júst sum fyrieikarar høvdu spátt.
Alla tíðina varð tosað um bíðistøðu, men ongantíð hoyrdist nakað um at avlýsa. Og tá klokkan nærkaðist 21, fóru fyrireikarar at tosa um at fáa eina fyribils skrá fyri kvøldið á Spæliplássinum.
Djørv á G!
Og klokkan 22 fór svenski Moto Boy á pallin. Eina á pallinum við sonevndum V guitara – tað vil siga í rock sniði, fór hann á pall við stillum løgum. Og hann sang sínar stillu sangir og sang væl. Sermerkt er, at hann stundum sang so sera, sera høgt. Í falset. Og næstan operakent ljóðaði hetta. Tað sigst, at dreingjakór er nakað, ið fellur honum væl í oyruni. Og stundum minti tónleikurin um dreingjakór. Ein frálík framførsla, har moto Boy fekk røst festivalgestunum fyri at teljast millum coolastu og djarvastu festival- og tjaldingarfólk, ið finnast.
FM Belfast úr Íslandi settu av álvara gongd á. Hetta er elektroniskur tónleikur, ið ikki altíð tekur seg sjálvan so hátíðarliga.
Sambandið við fjøldina á Spæliplássinum var gott. Ljóðið var hart og gott, og pumpandi rútmurnar fingu fólk at dansa og røra seg. FM Belfast hava fingið rósandi orð við sær, og framførslan á G! Var eisini góð og full av orku.
So kom Lucy Love. Hon er nevnd ein stórhending innan rapptónleik. Og tað sat veruliga væl og umramt hevði hon dansarar við sær, so pallframførlan fekk eitt sindur meira. Pápi hennara var DJ, og tað sang hon eisini um, men annars er kanska ivasamt, um vælsitandi rapptekstirnir søgdu fjøldini so nógv, men væl framført og sera væl sitandi rapp.
So kom Hamferð. Bólkurin við manning ymsastaðni úr Føroyum, vann Sement kappingina herfyri. Tungur tónleikur. Harður. Og har er í øllum førum trupult at hugsa sær, at orðini søgdu øllum so nógv, tí ringt var at skilja tey. Men hetta var kanska spell, tí stundum tóktist, sum var talan um forvitnisligar tekstir.
Hamferð er heilt víst tað tyngsta innan tónleik, ið er at finna í Føroyum í løtuni. Og tá slíkt verður gjørt av fullum huga, og menn veruliga meina tað teir takast við, so riggar tað. Og tað er gott! Uttan mun til, um einum dámar slíkan tónleik, so merkist, at her er okkurt ektað. Hamferð hevði eina frálíka framførslu og var eitt gitt og tungt punktum fyri hesa skjótt samansettu skrá fyri hóskvøldið.
Týr og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, sum eisini áttu á pall hóskvøldið, fara ístaðin á pallin í dag, fríggjadag. Og møguliga blíva aðrir bólkar úr hósdagsskránni eisini partur av skránni fyri restina av G!festivalinum.
G!
Nú munnu allir føroysku festivalarnir hava roynt vansarnar við føroyska veðurlagnum, men G! Var nokk tan seinasti í røðini, og hevur annars øll undanfarnu árini verið hildin í sera goðum veðrið.
Men burtursæð frá flugvandi tjøldum eina løtu og skerdari hósdagsskrá, so tykist hetta higartil ikki at órógva góða huglagið á G! Og hóskvøldið eftir klokkan 22 hugnaðu fólk sær á G!