Wacken Metal Battle avdúkar nú fyrsta bólkin, av teimum fimm, ið skulu kappast um heiðurin sum Føroya besti tungmálmsbólkur, og umboða Føroyar í stóru finaluni á Wacken tungmálmsfestivalinum í Týsklandi í summar. Fyrsti bólkur ið verður kunngjørdur er: Reduced to Ash !
Teir vóru við á fyrsta sinnið á Wacken Metal Battle Føroyar 2013, har ið teir tóku øll á bóli við teirra sera gott samanspælda treskimálmi.
Teir hava spælt nógvar konsertir kring Føroyar síðan Metal Battle, og nevnast kunnu fleiri "Upp við Hornunum" tiltøk har ímillum, t.d. á tá Jólamálmur var í Perluni.
Fyrireikararnir av Wacken garantera fyri, at Reduced to Ash vera væl upplagdir 8. mars.