Tann 21 ára gamli walisiski spælarin, Gareth Bale hevur veruliga sligið sítt navn fast í Europa tær seinastu vikurnar.
Tá Tottenham tapti 3-4 ímóti europeisku meistarunum, Inter Milan skeyt hann reint hattrick í seinna hálvleiki, og tá Tottenham vann ein sannførandi 3-1 sigur á White Hart Lane ímóti Inter Milan, var Gareth Bale sera eyðsýndur allan dystin, og legði hann upp til tvey mál.
Nú er hann ovarliga á ynskilistanum hjá europeiskum stórfeløgum, men tað vil Tottenham-venjarin, Harry Redknapp ikki hoyra talan um. Redknapp sigur, at Bale ikki er til sølu fyri nakran prís yvirhøvur.
Tað frættist, at bæði Barcelona, Real Madrid og Inter Milan eru millum stórfeløgini, sum vilja ogna sær tann 21 ára gamla walisaran.
- Tá talan er um sølu, so eru tey sum eiga Tottenham als ikki fátøk. Vit hava ikki tørv á at selja Gareth Bale, segði Harry Redknapp við SkySports. - Eg haldi ikki, at Gareth nýtist at fara nakra aðrastaðni fyri at spæla fótbólt. Alt sum hann hevur tørv fyri í so máta, er at finna her á White Hart Lane, staðfestir Harry Redknapp.











