43 ára gamli Dánjal Højgaard, sum í løtuni starvast í Útvarpi Føroya, varð leygardagin kosin ársins tíðindamaður av starvsfeløgum sínum undir fakfestivalinum fyri føroysku fjølmiðlarnar. Dánjal er útbúgvin tíðindamaður í Noregi, og hevur hann eisini starvast á bæði Dimmalætting og Sosialinum, áðrenn hann í Útvarpi Føroya hevur latið journalistisku dygdir sínar koma Føroya fólki til góða við sendingum sum Vespan, Í andgletti o.s.fr. Dánjal Højgaard hevur ikki hug at vísa á, hvørjir orsøkirnar eru til henda heiður.
- Mær dámar fyrst og fremst betri at sita hinumegin borðið og gera samrøðuna, og hini mugu døma um, hví eg fekk heiðurin, men eg taki tað sum eitt tekin um, at arbeiðið við t.d. Vespuni hevur verið neyðug, har farið varð meiri atfinnandi í dýpdina, sigur Dánjal Højgaard. Hann leggur afturat, at fleiri onnur saktans kundu fingið sama heiður, tí sum við øllum tíðindaflutningi krevjast fleiri fólk at fáa eina verkætlan at eydnast. Spurdur, hví t.d. Vespan ikki helt á, var hetta sambært Dánjali ongantíð endamálið.
- Talan var meiri um eina avmarkaða verkætlan enn eina varandi sending, og vit gjørdu so tíggju sendingar í tríggjar mánaðir, sigur Dánjal Højgaard.
Tíðindafólk uttan møguleikar
Føroyski fjølmiðlaheimurin líður sambært ársins tíðindamanni undir vantandi vilja frá redaktiónunum at skapa betri arbeiðsumstøður og harvið betri tíðindagóðsku.
- Eg vóni, at redaktiónirnar fara at raðfesta rættari í framtíðini, so kritiski journalistikkurin kann koma til sjóndar. Tað verður altíð sagt, at ov lítið av peningi og fólki ger tað ógjørligt at framleiða djúpan, gjøgnumførdan og kritiskan tíðindaflutning, men hetta er heldur ein spurningur um raðfesting, sigur Dánjal Højgaard. Hann leggur afturat, at í vanliga tíðindameldrinum gerast tíðindamenn bert vatnberarar uttan at fáa møguleikan at bora.
- Um vit t.d. taka Sosialin og Dimmu, sum koma út fimm ferðir um vikuna, skuldi t.d. ein tíðindamaður hvønn mánaða fingið eina viku at arbeiða, uttan at verða noyddur at framleiða tíðindi til kongaliga hoffið hvønn dag. Við hesi raðfesting eigur tað at lata seg gera at fáa góðskuna í hásætið við meiri tíð og betri arbeiðsumstøðum til tíðindafólkið, sigur Dánjal Højgaard.
Hann heldur tað samstundis vera hugstoytt, at besti og mest avdúkandi journalistikkurin í nýggjari tíð er gjørdur av freelance tíðindamonnum, og í hesum høpi nevnir hann umstríddu bókina Skjót Journalistin, sum Øssur Winthereig og Grækaris Magnussen stóðu fyri.
- Hetta eigur at geva leiðslunum nakað at hugsa um, og tað er spell, at vanliga tíðindafólkið ikki hevur møguleikan at framleiða slíkan avdúkandi og atfinnandi tíðindaflutning, sigur Dánjal Højgaard. Við støði í hesi bókini og avrikunum í SVF heldur Dánjal Højgaard, at Øssur Winthereig hevði uppiborið heiðurin at gerast ársins tíðindamaður.
Eftirútbúgving eitt krav
Umframt at skapa nøktandi arbeiðsumstøður er uppgávan hjá redaktiónunum sambært Dánjali Højgaard eisini at gera journalistikk til eitt lívsstarv, m.a. við eftirútbúgving og førleikamenning.
- Um ein journalistur skal halda og kunna nýtast eftir nógv ár í starvinum, er alneyðugt hjá leiðslunum at samskipa eftirútbúgving og førleikamenning við nýggjum íblástri til tíðindafólki, og í løtuni er hetta als ikki sjónligt, heldur 43 ára gamli tíðindamaðurin. Hann sigur, at tað verður koyrt á ungu journalistarnar í eini tíggju ár uttan nakra førleikamenning við nýggjum avbjóðingum, og tá kann alt steðga upp.
- Ein útbúgving gevur tær nýggj amboð og nýggjan íblástur, og skal gravandi journalistikkur verða eitt lívsstarv, er hetta eitt krav, sum enn ikki verður gingið á møti í Føroyum, sigur Dánjal Højgaard. Umframt starvið sum útvarpsmaður er hann sjálvur farin undir víðari lesna í løgfrøði, og er endamálið at fáa eina trý ára bachelor útbúgving.
- Fyri meg er henda eftirútbúgving alneyðug, skal eg halda fram í yrkinum, slær Dánjal Højgaard fast.
Indignatión
Spurdur, hvørjar eginleikar ein góður tíðindamaður skal hava, nevnir Dánjal í fyrstu syftu evnini at undrast og seta grundleggjandi atfinnandi spurningar í øllum viðurskiftum.
- Her hava vit nógv at læra frá børnunum, sum undrast og seta tað, vit ofta kalla "býttar" spurningar, sum í veruleikanum eru teir bestu og mest grundleggjandi. So skjótt vit taka alt fyri givið uttan henda eginleika, koma vit á eitt síðuspor, og tá er vandi á ferð, heldur Dánjal Højgaard. Hetta er sambært honum nakað, ein stutt sagt má leggja seg eftir at læra.
- Ein kann sjálvsagt hava nakrar viðføddar eginleikar í sær, men í stóran mun má ein tilvitað leggja seg eftir hesum og hava ein vilja at læra hesar grundleggjandi journalistisku dygdir, heldur Dánjal Højgaard. Umframt hesi evni nevnir hann indignatiónina sum ein sera týðandi part í yrkinum, og hóast hann lítillátin ikki metir seg sjálvan hava hesar eginleikar, eru hetta nøkur grundleggjandi ideal.
- Á ein ella annan hátt má ein hava eina tráan eftir rættvísi, ein eldhuga at koma órættvísi til lívs og verja sannleikan, at vera forharmaður um okkurt og trampandi koma motiveraður til arbeiðis. Hetta skuldu vit tíðindamenn havt meiri av, tí annars gerst starvið skjótt til ómotiverað umsitingararbeiði, sigur Dánjal Højgaard, sum eftirlýsir hesa indignatiónina. Í orðabókini er orðið allýst at vera ein vreiði vegna órættvísi og óndskap.
- Hetta merkir sjálvsagt ikki, at vit ikki skulu viðfara allar partar eins og meta objektivt um tað, vit arbeiða við. Allir partar skulu hava trygd fyri objektiviteti og perspektivering, og t.d. er mannagongdin í málinum um Johan Dahl nakað, ein kann seta spurnartekin við, heldur 43 ára gamli Dánjal Højgaard at enda, sum leygardagin varð kosin ársins journalistur, og sum við sínum uppskotum og áskoðanum aftur setir eitt afturvendandi kjak í fokus í føroyska fjølmiðlaheiminum.