Hvussu leingi hevur tú arbeitt í Útvarpinum, og hvat dámar tær hetta arbeiði?
- Uha, tíðin gongur skjótt. Eg byrjaði sum fríyrkisfólk í Útvarpinum í 2007. Árið eftir varð eg settur í starv á tíðindadeildini.
Hvør er tín høvuðsuppgáva í starvinum, og gert tú aðrar uppgávur eisini? spurdu vit Leiv Frederiksen, sum er kendur úr ítróttartíðindaheiminum, nú Útvarpið hevur seksti ár á baki.
- Í dag eri eg ítróttarredaktørur í Kringvarpinum. Mær hevur altíð dámt væl at nørdast í ítrótti, so eg taki tað sum ein framíhjárætt at sleppa at arbeiða við hesum. Starvið krevur tó, at eg má arbeiða so at siga hvørt vikuskiftið, og tí gongur tað mangan hart út yvir samveruna við familju og vinfólk.
Leivur Frederiksen heldur, at hann langt síðan hevði havt funnið sær okkurt annað at gera, um honum ikki dámdi starvið so væl.
Er Útvarpið nógv broytt hesi árini, tú hevur verið í starvi hjá stovninum?
- Arbeiðsplássið er broytt nakað hesi árini. Fleiri uppsagnarumfør hava verið, og tí eru vit færri fólk, enn tá eg byrjaði. Tað hevur eitt nú havt við sær, at tað eru færri framleiddar sendingar, har starvsfólk hava tíð til ressearch. Eg haldi tó, at tað spakuliga gongur rætta vegin aftur, og tað er gott.
Hvat hevði tú gjørt øðrvísi, um tú hevði leiðsluábyrgd í Útvarpinum?
- Eg hevði sett eina ella fleiri redaktiónir uttan fyri Havnina. Helst hevði eg eisini hildið tað vera eitt sera gott hugskot,at Kringvarpið aftur var tilstaðar, tá okkara bestu ítróttarfólk kappast uttanlands.
Hevur tú nakra yndissending, sum tær serliga dámar at lurta eftir?
- Radarin, Sparta og Vitan plagi eg altíð at hoyra, og so gerist eg í góðum lag, tá diskobeiggin kemur við Plátubarrini leygarkvøld, sigur Leivur Frederiksen.











