Í fjør luttók Red Nex í svensku Eurovision kappingini, bólkurin gjørdist nummar 6, tá tey í ár skuldu umboða Rumenia gekk verri. Hóast bólkurin var komin víðari úr semifinaluni sum greiður favorittur til endaliga sigurin, varð hann blakaður út áðrenn finaluna.
Í samstarvi við rumenska bólkin K1 og gjørdi Red Nex eitt lag til kappingina í Rumenia. Hóast lagið upprunaliga var góðkent av kappingarnevndini, so varð tað vrakað tá finalan nærkaðist. K1 hevði funnið eitt brot úr einum siðbundnum rumenskum sangi, og hevði flættað hetta brot inn í sangin. Av tí, at trupulleikar kunnu standast av tílíkum samplingum, valdu teir at spyrja kappingarnevndina frammanundan. Kappingarnevndin metti hetta ikki vera nakran trupulleika, og lagið varð tí góðkent.
- Ja, tað gekk væl í hálvfinaluni, samstarvið riggaði væl og vit komu í finaluna. Nógv peikaðu á okkum sum favorittar at umboða Rumenia í Eurovision finaluni, men knappiliga skifti kappingarnevndin meining, og vit vóru blakaði úr kappingini. Tað var øgiliga ergriligt, greiður Jens úr Red Nex okkum frá.
Red Nex spælir í kvøld tvær konsertir, tann fyrra verður í Fuglafirði í Mentanarhúsinum og tann seinna í REX í Havn.