Red Bull hava keypt Minardi

Sambært almennu formel 1 síðuni f1.com hevur eysturríski drykkiframleiðarin Red Bull, keypt enn eitt formel 1 lið. Reb Bull keypti Jaguar liðið í fjør, og liggur í løtuni á sætta plássi í formel 1 kappingini við liðnum, ið eitur Red Bull Racing. Men nú hava teir keypt Minardi frá avstralska ríkmanninum Paul Stoddart.
Red Bull sigur við f1.com, at liðini verða rikin óheft av hvørjum øðrum, og nýggja liðið verður eitt byrjunarlið, har óroyndir koyrarar fáa møguleika at royna seg. Red Bull yvirtekur raksturin av liðnum í november, tá er hetta kappingarárið av.
Red Bull hevur longu almannakunngjørt, at David Coulthard og antin Christian Klien ella Vitantonia Liuzzi fara at koyra fyri Red Bull Racing liðið næsta kappingarár, og eftir øllum at døma fer hin at koyra í nýggja liðnum. Hitt seturi í nýggja liðnum fer amerikumaðurin Scott Speed, ið er royndarkoyrari hjá Red Bull Racing væntandi at fáa. Red Bull roynir í løtuni at vinna fram á amerikanska marknaðinum, og hetta kann verða eitt sera týdningarmikið stig.