Red Bull eitt vónbrot

Nýggi Red Bull bilurin, ið er teknaður av Adrian Newey, var ikki kappingarførur í stuttliga endanum av kappingini. Men liggur saman við t.d. Williams-Toyota, Renault, Toyota, Super Aguri og Honda í einum stórum miðfelti. Her er greitt, at kappingin kann gerast sera spennandi. Og onkur av hesum liðum kunnu uttan trupulleikar avbjóða toppliðunum Ferrari, McLaren-Mercedes og BMW innan alt ov langa tíð.