Rebekka var nummar 100

Hon hevur fingið vælkomupakka nummar hundrað frá Vágs Kommunu

Í mars mánað í fjør fór Vágs kommuna undir skipan har tey, sum fluttu til Vágs,  vælkomupakkum til nýggjar borgarar, sum flyta í Vágs kommunu. Endamálið við vælkomupakkunum er, at fáa tilflytarar at føla seg vælkomnar í kommununi, sigur Vágs Kommuna.

 
Skipanin virkar soleiðis, at at tá ið ein familja ella eitt fólk flyta til Vágs í Vágs, fáa tey eitt vælkomubræv frá Vágs kommunu og verða samstundis boðin á kommunuskrivstovuna, har tey fáa ein vælkomupakka frá kommununi.

 

Og í farnu viku varð vælkomupakki nummar 100 latin og tað var Rebekka Olsen úr Hvalba, sum fekk hann.