Rebekka var ikki nokk

Tá Kyndil tók Rebekku Justinussen úr dystinum við mansverju, megnaði StÍF ikki at hótta nóg nógv, og so endaði alt við tryggum sigri til Kyndils-kvinnur

Hondbóltur

 

Tað er einki dulsmál, at StÍF við Rebekku Justinussen hevur ein av heilt stóru profilunum í føroyskum kvinnuhondbólti. Og týdningurin av skotstyrki hennara varð so ruddiliga staðfestir sunnudagin.

StÍF hevði betra takið á Kyndli fyrstu løtuna av dystinum. Einsamøll var Rebekka langt ífrá um hetta, men við skotstyrki síni bant hon støðugt meira enn ein verjuspælara, og so varð plássið hjá liðfeløgunum tað betri.

Um hálvan hálvleikin stóð longu 6-9 á talvuni, og tað fekk Kyndils-venjararnar at fremja broytingar á sínum liði. Tann størsta av hesum var, at teir valdu at mansverja Rebekku, og tað tóktist rættiliga at skerkja StÍF. Og tá tær so samstundis misnýttu trý brotskøst á rað, gav hetta veruligt flog til Kyndil. Í verjupartinum fekk Kyndil nú nógv betri tak á, og spakuliga plantaði økta sjálvsálitið seg eisini í álopspartin.

Við royndum kreftum sum Guðrun Lágabø, Linu Andriulyte, Jórun Ludvig og Jacklyn Durhuus hevur Kyndil spælarar, sum á einum góðum degi teljast millum tær bestu í Føroyum, og í løtum vístu hesar eisini dygdir sínar.

Og tá so er, so gav hetta eisini øðrum spælarum møguleikan at blóma. Fleiri av yngru spælarunum hjá Kyndli hava fyri tað mesta stríðst í mótráki, men viðrákið tóktist eisini lyfta hesar. Somikið nógv, at liðið í løtum avdúkaði potentiali til at gera seg galdandi nógv ovarligari á talvuni, enn støðan hevur verið seinnu árini. Skal lyftið veruliga gerast, er tó helst neyðugt, at liðið fær tilgongd av einstøkum profilum, men grundarsteinarnir verða spakuliga lagdir, og so kann væl verða, at tær grønu aftur fara at gera um seg, sum tær gjørdu tað fyri sløkum 10 árum síðani.

 

Fakta um dystin

Kyndil-StÍF 29-21 (16-14)

Málskjúttar

Kyndil: Jacklin Durhuus 7(2), Lina Andriulyte 6(1), Jórun Ludvig 5(1), Ronja Mikkelsen 4, Tórdis Jógvansdóttir 3, Hildur Mikkelsen 2, Kariann Petersen 2

StÍF: Rebekka Justinussen 10(4), Ninna K. Johansen 5, Sólfríð Christiansen 2, Ata Gregersen 2, Fríðrunn Danielsen 1, Rósa Johansen 1

Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 8

Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 6

Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen

 

Mynd: Kyndil-StÍF kv

Mynd: Álvur Haraldsen