Rebekka var ferfaldur málskjútti

Kvinnur: KÍ vann stórsigur á norðoyastevnu, og á Eiðinum í Vági vann EBS/Skála ársins fyrsta sigur

Tað var málveitsla, tá ið KÍ kvinnurnar seinnapartin høvdu vitjan av 07 Vestur í góðveðrinum á norðoyastevnu. KÍ vann 11-0 eftir hálvleiksstøðuna 6-0.

 

Stóri málskjúttin hjá KÍ í dag var Rebekka Benbakoura, sum undan kappingarbyrjan flutti úr HB og til Klaksvíkar. Í dag skoraði Rebekka fýra mál, og nú er hon toppskjútti hjá KÍ saman við Eyðvør Klakstein, sum í dag skoraði tvey mál. Eyðvør og Rebekka hava báðar skorað 10 mál.

 

Hini málini skoraðu Tórunn Joensen við frísparki, tá ið hon økti til 3-0, Jórun Patawary, Rannvá B. Andreasen og Sanna Svarvadal, sum staðfesti stórsigurin, tá ið vanliga leiktíðin var farin. 4-0 málið var 07 Vestur sjálvmál.

 

KÍ hevur fulla úrtøku eftir 10 dystir. 07 Vestur hevur 8 stig eftir 10 dystir.

 

Á Vágseiði vann EBS/Skála 3-0. Hetta var ársins fyrsti sigur hjá felagsliðnum. Silja Augustinussen skoraði øll málini og harvið hattrikk, og so misnýtti hon brotsspark.

 

EBS/Skála hevur 4 stig fyri 10 dystir, og TB/FCS/Royn hevur 1 stig fyri 9 dystir.

 

Í morgin vera tveir dystir:

 

NSÍ – Víkingur: Dávid Waag Sjóstein kl. 13.00

 

HB – B36: Petur Páll Weihe Hentze kl. 12.30