Rebekka Fuglø hevur syrgt fyri enn einum føroyskum heiðursmerki á oyggjaleikunum í Gibraltar við at vinna silvur á 800 metrum.
Talan er um triðja oyggjaleikaheiðursmerki, ið Rebekka vinnur í Gibraltar. Rebekka vann eisini silvur á 1.500 metrum og bronsu á 5.000 metrum.
Tíðin hjá Rebekku var 2:13.53. Rachael Franklin av Oynni Man vann við tíðini 2:09.87. Katie Rowe av Guernsey gjørdist nummar trý við tíðini 2:15.31.
Umframt Rebekku rann Maria Biskopstø á 800 metrum. Maria gjørdist nummar fimm. Tíðin hjá Mariu var 2:16.94.