10 føroyskir judoleikarar hava í dag luttikið í altjóða judokapping í Hillerød.
Talan er um eina altjóða opna kapping, har 600 luttakarar eru úr fleiri ymiskum londum.
Tað gekk væl hjá føroysku luttakarunum. Tað bleiv bert til eina medalju, meðan onkur endaði á 4. plássi og onnur eisini stóðu seg rættiliga væl.
Medaljuvinnarin var Rebekka á Rógvi Johnsdóttir, sum vann bronsu í kappingini hjá kvinnuunglingum undir 18 ár í vektbólkinum -52 kg.
Føroysku luttakararnir í Hillerød Open vóru: Rebekka á Rógvi Johnsdóttir, Regin á Rógvi Joensen, Jónas H. Tungá, Bárður Hentze Lenvig, Ari Dam Lindberg, Torbjørn Simonsen, Malaki Niclasen, Dánjal á Krákusteini, Torkil Jógvansson og Nicolaj Skoubo. Føroyska ferðalagið kemur heim aftur sunnukvøldið.










