Rebekka Benbakoura hevur fingið sáttmála í bestu deildini í Grikkalandi. Tað boðar hon frá á sosialu miðlunum. Føroyski landsliðsspælarin skal spæla við GPO Kastorias, sum spælir í bestu deildini í Grikkalandi.
- Tað kom í lag, tí ein hevði fylgt gongdini hjá mær í eina tíð, kendi felagið og at tey høvdu brúk fyri einum áleypara. Síðan tóku tey samband og av tí, at kappingin er ígongd í Grikkalandi, gekk alt rættiliga skjótt fyri seg, sigur hon í samrøðu við bolt.fo.
Tað vakti ans, tá Rebekka Benbakoura undan farna kappingarári skifti úr barndómsfelagnum HB til arvafíggindan úr KÍ. Hon hevur ikki fjalt, at hon hevur ein dreym um at spæla uttanlands. Rebekka Benbakoura er 25 ára gomul.











