Rebekka og Marnar gjørdu eitt ordans hál í Danmark

Rebekka Fuglø og Marnar Djurhuus úr Treystinum gjørdu eitt ordans hál á DM-stevnuni í frælsum ítrótti, sum var í Odense í vikuskiftinum.

 

Rebekka gjørdist Danmarksmeistari á 1.500 metrar teininum. Renn.fo greiðir soleiðis frá: - Bert tvær gentur vóru í bólkinum 18-19 ár, so tær runnu samstundis sum bólkurin 20-22 ár. Men her var lítið at gera hjá teimum donsku gentunum. Rebekka rann langt undan øllum, og kom á mál við fínu tíðini 4.47,50 sum er 4 sekund verri enn tíðin hon rann á oyggjaleikunum. Hetta gjørdist sostatt til DM-gull og bleiv eisini besta 1.500 metra tíð yvirhøvur.

 

Rebekka tevjaði gull á sínum yndisteini, sum er 800 metrar. Um hesa kappingina skrivar Renn.fo: - Í dag skuldi Rebekka renna sín yndistein, sum er 800 metrar. Føroyska metið eigur Rebekka sjálv, og setti hon tað á oyggjaleikunum á Isle of Wight í summar, tá hon rann 2.19,07. Heilar tríggjar ferðir í ár hevur hon runnið 2.19! Í dag tók hon leiðsluna eftir fyrsta svingið, og rann við perfektari ferð teir fyrstu 400 metrarnar við hinum stríðandi aftanfyri. Hinar tóku beinanvegin at dragna, tá seinna umfarið byrjaði, men Rebekka helt ferðina væl. Munurin øktist og øktist allan vegin á mál, Rebekka kom langt fremst á mál og vann við tíðini 2.18,32, sum er nýtt føroyskt met! Sostatt gjørdist Rebekka tvífaldur danmarksmeistari og fekk bøtt sítt føroyska met á 800 metrum.

 

Marnar Djurhuus av Morskranesi vann enn eitt minniligt bronsumerki. Renn.fo skrivar soleiðis um DM-bronsuna hjá Marnari: - Marnar skuldi renna 5.000 metrar í dag. Tað var á hesum teininum, at hann leyp hvøkk á fólk, tá hann á oyggjaleikunum púra óvæntað vann bronsumerkið. Tíðin ta ferðina var 15.56 min. Aftur í dag gjørdist talan um bronsumerki, men í øllum regninum og torusláttrinum eydnaðist tað honum at betra sítt persónliga met og bólkamet til 15.45,12.

 

Sportalurin ynskir Rebekku Fuglø og Marnari Djurhuus tillukku við brøgdunum.