Rebekka Fuglø datt og misti bronsuna

Oyggjaleikir: Rebekka Fuglø lá á einum flottum 3. plássi í finaluni í 800 metrar renning hjá kvinnum á oyggjaleikunum á Bermuda, men so hendi tað, sum ikki má henda.

 

Tíverri fyri Rebekku, so var hon so óheppin, at hon datt bert tveir metrar frá málstrikuni, og fekk sostatt ikki bronsuheiðursmerki, sum tyktist púra vist.

 

Rebekka sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at hon veit ikki hvat hendi, tá hon datt. Tað gekk væl at renna teinin, og hon helt seg vita, at hon í øllum førum var við í kappingini um bronsuna, tá óhappið hendi.