- Tað hevði verið super feitt at spælt í Føroyum!
Soleiðis sigur 31 ára gamla Rebekka Søndergaard Mortensen, sum við tónleikaligu verkætlan síni "We at Sea" er aktuell við nýggjum tónleiki.
- Eg havi enn ikki spælt mín egna tónleik í Føroyum, so tað droymi eg um, sigur hon.
Nýggja útgávan hjá "We at Sea" eitur “Disappear”, og løgini eru um relatiónir og um fólk, sum hava nógv at týða fyri Rebekku.
Rebekka hevur føroyskan pápa, men er uppvaksin í Danmark hjá mammu síni. Tilknýtið til Føroya gevur henni nógvan íblástur til hennara tónleik.
- Eg elski føroysku náttúrina og mentanina. Eg føli, at eg havi alt hetta í hjartanum, í blóðinum og í mínum sinni. Eg eri so takksom fyri at hava eitt samband við Føroyar, og tað hevur lært meg so nógv. Sjálvandi brúki eg tað í minum tónleiki - og lívi sum listakvinna.
Vit hava longri samrøðu við Rebekku Søndergaard Mortensen í einum av komandi Sosialum. Inntil tá kanst tú hoyra og síggja nýgga videolagið til sangin "Disappear".
##med2##