Tá sangleikurin Vi Maler Byen Rød hevur frumframsýning tann 24. apríl í Keypmannahavn, verður tað við føroysku Rebekku Rafael í einum av leiklutunum.
Í vetur var 24 ára gamla Rebekka Rafael til upptøkuroynd til sangleikin, sum er gjørdur við íblástri frá Melodi Grand Prix í 80unum.
- Eg spæli leiklutin sum Kirsten, sum fleiri munnu kenna frá bólkinum Hot Eyes. Tað er rættiliga avbjóðandi fyri meg, tí sjálv eri eg alt annað enn ein friðarligur persónur, sum henda Kirsten í sangleikinum er, sigur Rebekka Rafael, sum í løtuni venur fleiri ferðir um vikuna saman við hinum umleið 30 leikarunum.
- At syngja, dansa og spæla sjónleik er nógv meira krevjandi, enn eg áður havi hildið. Eg havi funnið útav, at tað liggur hart arbeiði aftan fyri ein slíkan sangleik, og eg haldi , at eg havi fingið enn meira virðing fyri sjónleikarum, sum fáast við sangleikir, greiðir Rebekka Rafael frá.
Sangleikurin verður framførdur á Folketeatrets Store Turnéscene í tíðarskeiðinum 24. apríl til 3. mai.