Rebecca skal kunna um Kunoy

- Vit arbeiða við einari nýggjari heimasíðu, og ætlanin er regluliga at bera tíðindi úr kommununi og út til borgararnar, sigur skrivarin í Kunoyar kommunu.

 

Kunoyar kommuna hevur fingið skrivara, sum í fyrstu syfti fer at arbeiða hálva tíð restina av hesum árinum.

Tað er 28 ára gamla Rebecca Rógvadóttir Petersen úr Klaksvík, sum er sett í hetta starv, og hon byrjaði hjá Kunoyar kommunu mánadagin 23. apríl. Tað vóru níggju umsóknir til starvið.

 

Rebecca Rógvadóttir Petersen hevur lisið samfelagsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, har hon gjødist liðug við bachelor-útbúgving sína í 2015.

 

Herfyri segði borgarstjórin í Kunoyar kommunu, Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, at kommunan hevur keypt eina nýggja journalskipan, og fyrsta uppgávan hjá skrivaranum verður at dagføra alt, sum liggur niðurfyri.

- Avgjørt er í kommunustýrinum, at skrivarin kemur at arbeiða hálva tíð tað fyrsta árið, og síðani skulu vit eftirmeta tørvin frameftir. Sjálv vænti eg – uttan at kunna siga tað við vissu – at skrivarastarvið frameftir verður eitt hálvtíðarstarv, sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu.

 

Við Sosialin sigur nýsetti skrivarin, Rebecca Rógvadóttir Petersen, at tey eisini arbeiða við einari nýggjari heimasíðu, og at ætlanin er at regluliga bera tíðindi úr kommununi út til borgararnar í kommununi og almenninginum annars.