Reanult Laguna og Ford Mustang

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Renault Laguna og Ford Mustang, annar ein spildurnýggjur hatchback og hin ein ektaður amerikanskur sportvognur

Bilarnir, sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 23. apríl, vóru Renault Laguna við 2,0 litra bensinmotori við 150 hk, og Ford Mustang Shelby við V8 motori og 300.


Renault Laguna


Fyrri bilurin var ein Renault Laguna 2,0 við 4 syl. bensinmotori við 150 hk.


Hesin Laguna er ein spildurnýggjur bilur á marknaðinum. Designið eyðkent Renault, og minnir nakað um Renault Mégane. Bilurin er nakað størri og rúmligari enn forgangarin.


Laguna fekk toppkarakter í evropeisku EuroNCAP krasj- og trygdartestunum, og bæði aktiva og passiva trygdin er millum tær bestu í klassanum. Bilurin fekk fimm stjørnur og 36 av 37 møguligum stigum frá Euro NCAP (European New Car Assessment Programme).


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur var sera væl útgjørdur, hann hevði m.a. navigatiónsskipan, el-stýrda parkeringsbremsu og nýggjasta slagi av

»hands-free« korti ístaðin fyri startlykil.


Laguna fæst við fleiri bensin- og dieselmotorum í ymiskum støddum, sum allir eru

umhvørvisvinarligir og lúka tey strangastu ES-krøvini um dálking.


Laguna verður gjørdur bæði sum hatchback og stationcar. Nógv er gjørt burturúr kvalitetinum, og komfortinum er á høgum støði.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, kostar 370.000 krónur. Annars kostar Laguna úr 269.000 krónum. Renault Laguna kann síggjast og roynast hjá VR Bilum við Hoyvíksvegin.


Ford Mustang


Seinni bilurin var ein Ford Mustang, sum er ein ektaður amerikanskur sportvognur, sum er bygdur við upprunaliga Mustang, sum varð gjørdur frá 1964 til 1973 sum fyrimynd.


Hesin kom í 2005, og líkist nógv originalinum frá 1964. Bæði hesin nýggi, sum er fimta generatión av Mustang, og tann upprunaligi, hava verið sera væl umtóktir.

Mustang verða gjørdir sum coupé og cabriolet.


Talan er um ein sera kvikan bil við yvirskoti av kraft. 4,6 litra V8 motorurin hevur 300 hk og botntrekkið er 433 Nm við 4.500 snún/min.


Bilurin er smartur og væl innrættaðar í ektaðum retro-stíli. Hann hevur leðurkabinu og automatiskum gir. Koyrieginleikarnir eru bæði sportligir og komfortablir, soleiðis at skilja at bilurin er »behagiligur« at koyra.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, kostar 550.000 krónur. Ford Mustang kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel.