Realurin yvirskot

Føroya Realkreditstovnur hevði seinasta roknskaparár 20,1 mió. í yvirskoti. Nú verða donsku nevndarlimirnir skiftir út

ROKNSKAPUR

Roknskapurin hjá Føroya Realkreditstovn fyri roknskaparárið 1. apríl 2002 til 31. mars 2003 vísti eitt yvirskot, tá alt var farið av, ájóðandi 20,1 milliónir krónur.
Ársfrágreiðingin sigur, at vanliga rakstrarúrslitið gjørdist 34,3 milliónir. Stjórnin mælir til at avseta 13,5 mió. kr. upp á útlán. Harumframt hevur stovnurin selt lánsbrøv við kursvinningi upp á 6,2 mió., umframt eitt ikki staðfest kurstap av lánsbrøvum upp á 1,5 mió. krónur.
Ulla Svarrer Wang, sum saman við Òla Heinesen og Virgar Dahl mannars stjórnina í felagnum, sigur, at leiðslan metir úrslitið vera nøktandi.
Hetta farna roknskaparárið eru óvanliga nógv lán afturgoldin í úrtíð. Hesi høvdu eitt samlað virði áljóðandi 31,3 mió. kr.

Skifta nevndarlimir
Realurin varð í 1998 yvirtikin á føroyskar hendur. Higartil hevur talan verið um eina skiftistíð, sum millum annað hevur inniborið, at fleiri danir hava verið limir í umboðsnevndini. Millum annað hevur núverandi fólkatingsformaðurin Christian Mejdahl verið limur í Umboðsráðnum seinastu árini.
Tað verður hann kortini ikki leingi afturat, upplýsir Ulla S. Wang. Donsku limirnir verða skiftir út við føroyskar, sum landsstýrið fer at velja, sigur Ulla S. Wang.
Annars er tað landsstýrið og fiskiveiðifeløg, sum velja limirnir í umboðsnevndina.
Varastjóri og dagligur leiðari er fyrrverandi løgmaðurin Atli P. Dam, og hann heldur fram í starvinum.