Realurin: 20 mió. í avlopi

Realkreditstovnurin hevði góðar 20 mió. í avlopi í fjør og hevur nú eina eginogn, sum er knappliga eina hálva milliard. Í fjør veitti stovnurin nýggj lán fyri knappar 232 mió. krónur og samlaðu útlánini eru nú góðar 412 mió. krónur

Sveinur Tróndarsson


Ársroknskapurin hjá Føroya Realkreditstovni varð almannakunngjørdur um dagarnar og úrslitið hesaferð var eitt avlop upp á góðar 20 mió. krónur. Hetta er nakað væl lægri enn tað var árið fyri, tí tá var avlopið knappar 30 mió. krónur.

Orsøkin til niðurgongdina er tann, at Realurin hesaferð hevur eitt staðfest kurstap av sølu av virðisbrøvum upp á góðar tvær milliónir. Seinasta ár hevði stovnurin kursvinning av sølu av virðisbrøvum upp á góðar tríggjar milliónir, so her er ein munur upp á góðar fimm milliónir, sum ger úrslitið verri.

Roknskaparárið 1998/99 afturførdi stovnurin 5 milliónir í fyrr avskrivaðum útlánum, og tað ávirkar úrslitið positivt. Seinasta roknskaparár hevði Realurin ongar slíkar afturføringar og tí verður ársúrslitið 5 mió. verri av teirri orsøk.

Samanlagt gevur hetta eina niðurgongd í úrslitinum upp á umleið tíggju milliónir og tað er hetta, sum ger tann stóra munin í ársúrslitinum sammett við árið frammanundan.

Annars hevur Realurin fingið gongd aftur á útlánsvirksemi. Tað hevur verið sera soltið við nýggjum skipum í Føroyum seinastu nógvu árini, men í fjør veitti Realurin nýggj lán fyri íalt knappar 232 milliónir krónur. Henda upphædd er spjadd út á 14 nýggj lán, men tað er lítið at ivast í, at Krúnborg, eigur bróðurpartin av hesum peningi.

Samstundis, sum stovnurin veitt 14 nýggj lán, umfíggjaði hann eisini 14 gomul lán. Tey svara til eina upphædd upp á góðar 122 mió. krónur.

Við hesum broytingum hevði stovnurin eina samanlagdan høvuðsstól upp á góðar 546 mió. krónur. Við avdráttum og afturgoldnum lánum eru hesi lán komin niður á góðar 412 mió. krónur, sum er umleið 169 milliónir meira enn seinasta roknskaparár.

Sum sagt seldi Realurin burturav virðisbrævagoymsluni í fjør, og tað sæst eisini í fíggjarstøðuni. Tá roknskaparárið endaði 31. marts í ár átti stovnurin knappar 171 milliónir í virðisbrøvum, móti 277 mió. árið frammanundan. Hesum er einki óvanligt í, tí stovnurin ? sum sagt frammanundan ? hevur veitt nógv nýggj lán. Samstundis, sum stovnurin hevur selt burturav virðisbrøvunum hevur hann eisini upptikið nýggj lán fyri íalt 100 milliónir.

Annars er tað at leggja afturat, at Føroya Realkreditstovnur er væl konsolideraður stovnur. Hann hevur eina eginogn, sum er upp á eina knappa milliard krónur, og tað svarar til umleið 81 prosent av samlaðu ognunum. Hinvegin má stovnurin staðfesta, at tað er smátt við rentuni av hesum peningi, tí eginpeningsavkasti fyri seinasta roknskaparár var bert góð 4 prosent. Hetta er ikki nógv, men sammett við rentuna í landinum er tað á eini brúkiligari leið.

Eginpeningsavkasti hongur sjálvandi eisini saman við samlaða útlánsaktivitetinum hjá stovninum og tí eru útlit til, at avkasti fer at hækka eitt sindur komandi árini. Um tað so kemur upp á støði tað var á í 1995/96 er tó ilt at siga. Tá var eginpeningsavkastið 13 prosent, og tað er ikki so lítið.

Seinasta roknskaparár var annars tað fyrsta eftir at nýggja lógin, sum gevur Føroya Realkreditstovni víðkaðar útlánskarmar. Ùtyvir at kunna lána 50 prosent til fiskiskip, kann stovnurin eisini lána meira yvir eitt longri tíðarskeið, sum annan veðrætt. Harumframt hevur stovnurin eisini fingið víðkað virkisøkið til eisini at umfata ali- og frálandavinnuna, samstundis sum hann hevur fingið loyvið til at fíggja eina avmarkaða nøgd av serinnflutningsførum. Hetta hevyr við sær, at stovnurin á jøvnum føti við aðrar fíggingarstovnar kann bjóða út lán til einstakar stórar verkætlanir umfatandi fiskifør til veiðu av pelagiskum fiskasløgum og rækjum.

Alt hetta økir um virksemi hjá Føroya Realkreditstovni og tað hevur millum annað við sær, at stovnurin hevur givið tilsøgn um lán upp á umleið 200 mió. krónur, og hesi væntast at koma til útgjaldingar í hesum roknskaparárinum ella næsta, verður sagt í ársfrágreiðingini.es Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«