Framsýningin í Kommunuskúlanum heldur áfram til og við sunnudagin 5. august. Stóra myndaframsýningin av millum- og realskúlanæmingum frá 1916-66 hjá Jórunn Dánjalsdóttir í Kommunuskúlanum í Havn hevur verið væl vitjað á ólavsøku og heldur fram alla hesa vikuna til og við 5. august. Jórunn sigur, at møguleiki er eisini fyri at ogna sær myndir.
Umframt myndirnar er eisini ein framsýning av tekningum, sum næmingar við Jákupi Kjeld sum lærara teknaðu fyri umleið 50 árum síðan - litríkar og kreativar tekningar.
Opið er soleiðis: 30. til 31. juli frá kl. 15?20, 1. til 4. august kl. 10-20, og sunnudagin 5. august frá kl. 15-20, tá framsýningin endar.










