Í gjárkvøldið var kvøldseta í auluni í Kommunuskúlanum í Havn í sambandi við at «Realskúlaframsýningin 1916-66» varð sett av borgarstjóranum, og fyrrverandi realskúlanæmingar hugleiddu um tíðina, tá tey gingu í skúlanum Kvøldsetan í auluni byrjaði við, at Jórun Dánjalsdóttir, sum skipar fyri framsýningini, segði frá um hugskotið og takkaði teimum, sum hava stuðlað henni í arbeiðinum á ymiskan hátt.
Síðan varð sangurin ?Yndislig føgur? sungin, meðan Hanus Joensen, skúlastjóri, spældi upp á gamla orglið, sum ein av lærarunum í Realskúlanum, Jógvan við Ánna, m. a. nýtti til morgunsang.
Eftir tað hugleiddu Heri Mørkøre og Sólrun Michelsen, fyrrverandi næmingarnir í realskúlanum, um skúlatíðina. Hetta gjørdu tey á ein sera skemtilan og hugtakandi hátt, soleiðis at nógv minnir vóru vakt, og fyrrverandi næmingarnir gleddu seg til at sleppa at síggja sjálva framsýningina við teimum umleið 500 myndunum av næmingum og lærarum í Færøernes Mellem- og Realskole frá 1916 til 1966,
umframt aðrar myndir og hópin av tekningum sum næmingarnir høvdu teknað fyri umleið 50 árum síðan - litríkar og kreativar tekningar.
Køldsetan endaði við, at framsýningin varð sett av Heðini Mortensen, borgarstjóra í høvuðsstaðnum. Fyrrverandi næmingarnir fóru tá at hyggja at myndunum, og har varð nóg mikið at tosa um og hyggja at restina av kvøldinum.
Framsýningin heldur fram heilt til 5. august. Opið er soleiðis: 24. til 31. juli frá kl. 15?20, 1. til 4. august frá kl. 10-20, og 5. august frá kl. 15-20.