Reality-stjørnur í høvuðsstaðnum

Tveir av ungu monnunum, sum hava undirhildið ungfólki í sendirøðini Paradise Hotel seinastu vikurnar, vitja í høvuðsstaðnum um vikuskiftið Steven og Ulven Peter vitja á dansistaðnum Deep í Havn fríggjakvøldið. Har fara teir at heilsa upp á fólk og hugna sær saman við teimum.

 

Peter og Steven hava gjørt vart við seg í donsku reality-røðini Paradise Hotel seinastu vikurnar.