Reality sjónvarp kann skaða tey ungu

Vit skulu øll vera perfekt, vera væleydnað og fáa viðurkenning í lívinum. Og gert tú ikki tað, so er tað skomm og tey ungu fáa eina ræðslu fyri ikki at vera nóg góð.

Vit skulu øll vera perfekt, vera væleydnað og fáa viðurkenning í lívinum. Og gert tú ikki tað, so er tað skomm og tey ungu fáa eina ræðslu fyri ikki at vera nóg góð. Tað er helst tí, at mong leita sær til realitysendingar, og royna at nýta hetta sum ein platform fyri at fáa eina karrieru sum stjørna, sigur Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur.

 

Síðani realitysendingar av álvara byrjaðu í 1990'unum, hevur hetta rákið vundið uppá seg, og alsamt fleiri ung sum eldri melda seg til kappingar av ymsum slag. Sjónvarpsmentanin hevur broytt seg nógv seinastu árini, og hevur nú størri fokus á meira persónligar dygdir, og tað er júst tað, sum hyggjarin eisini vil hava.

 

 

- Okkara ættarlið verður av summum rópt avriks-ættarliðið, og tað er helst á góðari leið. Vit vera máld út frá tí sum vit gera, og ikki tí vit eru. Mørkini eru brotin, og tí er tað ótrúliga torført at liva upp til, sigur Rigmor N. Arge.

 

Hon vísir á, at fyri nøkrum árum síðani var tað sera flott, at renna eitt marathon. Nú gera nærum øll tað, og tí skulu fimm marathon ella meir til, áðrenn fólk vera nøgd.

 

- Heimurin er blivin meira opin fyri okkum, og vit eru meira opin fyri heiminum. Tað setur nýggj krøv til hvønn einstakan, heldur Rigmor N. Arge. 

 

Les meira í Vikuskiftis Sosialinum.