Bólkurin Reality Bytes eru vinnararnir av ársins Sement tónleikakapping. Tað varð avgjørt í finaluni, sum var í Reinsarínum í leygarkvøldið.
Hóast tað ikki var lætt at velja ein vinnara burturúr teimum sjey finalistunum, so blivu dómararnir samdir um ein bólk, sum skaraði framúr. Tað var Reality Bytes, sum dómararnir mettu kundu gera seg galdandi á føroyska tónleikapallinum. Grundgevingarnar vóru millum annað hesar:
- Tey spæla væl, syngja væl og eru á høgum støði. Tey hava yvirskot og kompleksar harmoniir og áhugaverd arrangementir.
##med2##
Reality Bytes er ein frískur kristin bólkur, har Dania O. Tausen syngur. Tey vunnu tríggjar dagar í Studio Bloch við teknikkara, og eitt blómutyssi fingu tey sjálvandi eisini við.
Hoyr og síggj Reality Bytes framføra HER á Facebooksíðuni hjá Sement.
Har var bert ein vinnari til kappingina, og sostatt einki annað og triðja pláss. Hinir finalistarnir vóru Skala, Impartial, Føgrudyr, Anton Liljedahl, Marius DC og Sperol.
##med3##