Órealistiskt tilboð frá SEV

Stjórin í Vindrøkt trýr snøgt sagt ikki uppá tilboðið hjá kappingarneytanum, sum bjóðar sær til at framleiða vindorku í Húsahaganum seks oyru bíligari enn Vindrøkt. –Arbeiðið má steðga, meðan tilboðið hjá SEV verður lýst og greinað út í æsir, sigur Jóhan í Niðristovu, sum hevur kært avgerðina hjá Jarðfeingi til Vinnukærunevndina

- Vit eru ikki ein fornermaður tapari. Men vit skylda okkum sjálvum at gera alt, ið stendur í okkara makt, fyri at gera arbeiðið liðugt.
Tað sigur Jóhan í Niðristovu, sum eftir midnátt fríggjakvøldið mátti staðfesta, at hansara fyritøka tapti kappingina við SEV um føroya størstu vindmylluætlan.
- Vit standa spyrjandi, hvussu tað ber til at SEV nú fær prísin niður á 31,6 oyru fyri kilowatttíman, meðan vit við okkara besta vilja kláraðu niður á 37,5 oyru fyri kilowatttíman, sigur Jóhan í Niðristovu, sum eftirlýsir grundgevingar og útgreiningar.
Hansara felag, Vindrøkt, hevur tí kært avgerðina hjá Jarðfeingi til Vinnukærunevndina.
- Vit krevja, at kæran fær steðgandi virknað, tí málið má lýsast til fulnar, áðrenn verkætlanin fer í gongd, sigur Jóhan í Niðristovu.

Órímulig kapping
Vindrøkt tók kappingina upp, tá SEV í fjørsummar søkti um loyvi at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaganum. Men sambært stjóranum, Jóhan í Niðristovu, eru fortreytirnar síðani grundleggjandi broyttar.
- Síðani tá hevur SEV fingið loyvi at hækka elprísin fimm oyru, millum annað við tí grundgeving at hetta var eitt neyðugt stig fyri at SEV í framtíðini kann taka upp lán. Vit halda ikki, at tað er rímuligt at kappast á henda hátt, sigur Jóhan í Niðristovu.
Hann reisir spurningin, hvørt kommunurnar eru kunnaðar um tað scenarie, at SEV møguliga ikki vann útboðið.
- So kundi SEV keypt vindorku frá Vindrøkt, og harvið bæði sloppið undan einari stórari oljurokning, umframt sloppið undan at taka upp nýggj lán til hesa vindorkuútbygging, sigur Jóhan í Niðristovu.
Stjórin í Vindrøkt reisir somuleiðis spurningin, hvørt SEV nú hevur vunnið kappingina, grundað á fíggjarstøðuna við hækkaða elprísinum ídag, ella umsóknin byggir á upprunaætlanina við teimum elprísum, ið vóru galdandi í fjørsummar.
- Hvat er tað, sum liggur til grund fyri útrokningunum um at SEV kann framleiða vindorku fyri 31,6 oyru fyri kilowatttíman, spyr Jóhan í Niðristovu.
Stjórin í Vindrøkt er sannførdur um, at SEV hevur brúkt príshækkingina, sum kom í gildi á nýggjárinum, til at styrkja seg fíggjarliga og harvið trýsta prísin á verkætlanini í Húsahaganum niður.
- Eftir hasum leistinum kann SEV til eina og hvørja tíð undirbjóða allar kappingarneytar, sigur Jóhan í Niðristovu.
- Tí vilja vit hava Jarðfeingi at viðgera upprunaligu umsóknina hjá SEV, soleiðis sum hon sá út áðrenn SEV hækkaði elprísin, sigur Jóhan í Niðristovu.



FAKTA - Elveitingarlógin um kapping:
§ 5. 1) Tá landsstýrismaðurin viðger umsókn um loyvi eftir § 4 til bygging av nýggjum verkum til framleiðslu av ravmagni úr jarðrunnum brennievnum, vindorku ella úr vatnorku, skal hann taka atlit til orkupolitikk landsins, umframt til rættin hjá SEV at gagnnýta vatnorkuna og til orkutørv landsins, sbrt. § 11, stk. 3.
? Stk. 2. 2) 1) Tað kann verða lýst alment eftir umsóknum, tá ið loyvi eftir § 4 til framleiðslu av ravmagni úr vindorku verður veitt. Áðrenn lýst verður eftir umsóknum, ella áðrenn umsókn verður viðgjørd uttan at lýst er eftir umsóknum frammanundan, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við SEV, sbrt. § 11, stk. 3.
? Stk. 3. 1) Um umsókn er komin um at veita loyvi til framleiðslu úr vindorku, uttan at alment er lýst eftir umsóknum, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, skal landsstýrismaðurin gera av, at loyvi bert kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð.