Órealistiskt

Soleiðis skýrir vágatingmaðurin Jóanis Nielsen uppskotið hjá Marjus Dam um at tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin. Hann metir hinvegin, at avgerðandi er, hvussu høgt gjaldið verður, og at fólk, sum ferðast nógv, fáa avsláttur

Jóanis Nielsen, tingmaður fyri Vágoynna, er ikki samdur við hinum tingmanninum í oynni, Marjus Dam, tá hesin í gjár førdi fram at tað eigur at vera ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin. Hann vísir á, at hevði ætlanin við Vágatunnlinum av fyrstan tíð ikki bygd á, at ein partur skuldi fíggjast við bummpengum, so hevði tunnilin helst ongantíð verði veruleiki. Tí so skuldu ikki 160 milliónir, men 240 milliónir krónur finnast á fíggjarlógini.
Jóanes Nielsen sigur, at vágafólk eru greið yvir at tað fer at kosta at koyra gjøgnum tunnilin, og hann metir, at flestu teirra eisini góðtaka, at so er. Avgerandi er harafturímóti, hvussu nógv tað fer at kosta. Sjálvur metir vágatingmaðurin, at umráðandi er við eini munagóðari avsláttarskipan, so tey, sum ferðast nógv, sleppa bíligar. Hann kundi hugsað sær, at fólk, sum ferðast dagliga, sleppa fyri umleið 50 krónur hvønn vegin, meðan hann einki hevur ímóti, at kostnaðurin annars verður á leið tann sami, sum tað í dag kostar við Strandferðsluni um sundið, tvs. 80 krónur fyri bilin. Tá koyrast skal gjøgnum Vágatunnilin, verður bara eitt gjald, sama hvussu nógv fólk eru í bilinum, og tí kann tað í summum føri gerast sera bíligt, ferast nógv fólk í sama bili. Jóanis Nielsen metir ikki, at vágafólk, ella fólk við bústaði í Vágum, eiga at sleppa bíligari gjøgnum tunnilin enn onnur. Avgerandi skal harafturímóti vera, hvussu nógv tú ferðast, metir vágatingmaðurin.

Má ikki kosta ov nógv
Jóanes Nielsen metir, at leiðslan í P/F Vágatunnlinum, nú bara tríggir mánaðir eru eftir til koyrandi verður undir sundið, eigur at siga fólki, hvat tað fer at kosta at nýta tunnilin. Hann væntar, at tá prísirnir verða almannakunngjørdir, so fer at vera ein avsláttarskipan fyri fólk, sum ferðast nógv, t.d. at til fer at bera at keypa mánaðarkort til tunnilin.
Men verður eingin avsláttarskipan, og kostnaðurin t.d. verður 100 krónur fyri túrin, so eigur málið at takast upp politiskt, metir Jóanis Nielsen. Hann heldur, at 100 krónur hvønn vegin er ov mikið at gjalda hjá fólki, sum ferðast aftur og fram hvønn dag.
- Vísir tað seg, at øll t.d. skulu gjalda 100 krónur fyri túrin, so eiga vit politiskt at taka upp samráðingar við P/F Vágatunnilin um at broyta hetta, sigur Jóanis Nielsen.

Áttu at gjørt sum lorvíkingar
Jóanis Nielsen vísir á, at nú tunnulin gerst veruleiki, eigur vegurin gjøgnum Sandavág og Miðvág at flytast. Nógva ferðslan gjøgnum bygdirnar er longu til stóran ampa, og gerst helst nógv verri, tá koyrandi verður undir Vestmannasund.
- Eg meti, at lorvíkingar hava gjørt rætt við at krevja, at vegakervið gjøgnum bygdina skal tvinnast saman við Norðoyatunnilin, so greiða fæst á hesum beinan vegin, sigur Jóanis Nielsen. Hann leggur afturat, at nú er bara at harmast um, at vágamenn ikki hava gjørt tað sama. Eftir hansara tykki átti høvuðsvegurin til flogvøllin at verið lagdur uttan um Sandavág og Miðvág.