Vit hava sæð, hesi síðstu 4 árini at fullveldisætlanin ikki loysir nakran trupulleika, heilt einfalt tí fólki ikki tekur undir við henni. Á hinum vonginum hava vit dagføringina av heimastýrislógini, ið er loysnin hjá Sambandsflokkinum. Hetta uppskot loysir heldur ongan trupuleika, tíðin er farin frá heimastýrislógini og tí hevur henda loysn heldur ikki nóg stóra undirtøku millum fólk. Vit mugu møtast á miðjuni og tað er tað ið fólkið ynskir. So tað ið stendur eftir er Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum ið savnar fólki heldur enn at spjaða. Allir meir ella minni fullveldisflokkar mugu ásanna at tað er høpisleyst at noyða "alt ella onki" loysnir ígjøgnum. Vit skulu eisini búleikast í Føroyum aftaná at hetta málið er avgreitt, tí má loysnin vera tann ið savnar flest fólk.
Eitt annað slagorð í hesum valstríðið er sjálvsvirðing, men hvat gevur sjálvsvirðing ?
At onki er gjørt í 4 ár fyri at útvega røktarheimspláss?
At onki er gjørt fyri at útvega bústaðir til fólk við serligum tørvi - ikki so frætt, at tey eru við í eini langtíðarætlan ?
At ongin døgnrøkt er til tey eldru ið liggja óhjálpin heima ?
Ella er trupuleikin at onkur dani ikki kennur okkara merki? eg spyrji bara!
Fyri Javnaðarflokkin geva øll hesi óloystu mál als ikki sjálvsvirðing. Verðuliga sjálvsvirðing fáa vit tá ið vit gera nakað við at loysa hesar trupuleikar og fyrsta fortreytin er at velja flokkar ið vilja. Eitt samfelag har tú veit at tú kann fáa ein virðuligan aldurdóm, tað gevur sjálvsvirðing! Velji tí Javnaðarflokkin tann 20. november!









