Real Madrid sigst nú ætla sær at keypa Antonio Valencia, sum í ár hevur sýnt stórspæl hjá enska Wigan. – Real Madrid gav West Ham eitt tilboð í seinastu viku, og fleiri onnur feløg hava sýnt honum áhuga, sigur Diego Herrera, spælaraumboðsmaður, við Sky Sports. Steve Bruce, venjari hjá Wigan, hevur eisini givið til kennar, at Valencia eftir øllum at døma fer at spæla við einum størri felag í komandi kappingarári.