Týska blaðið Bild skrivar, at Real Madrid er til reiðar at keypa týska framherjan Lukas Podolski fyri 150 milliónir krónur. Podolski verður mettur at verða ein av bestu álopsspælarunum í Týsklandi, men hann hevur ikki havt eydnuna við sær í Bayern, har hann nú spælir. Í Real Madrid er týskarin Bernd Schuster venjari, og hann er sera áhugaður í at fáa Podolski á liðið.