Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, ivast ikki í, at spanska stórfelagið Real Madrid fer at gera eina nýggja roynd at keypa Cristiano Ronaldo. - Real Madrid fer at stríðast fyri at fáa ein stórspælara næsta summar, og teir fara at royna at keypa Ronaldo. Men hann hevur fýra ár eftir av sáttmálanum við okkum, og tí eru vit í einari góðari støðu at siga nei takk, sigur Alex Ferguson.