Seinastu fimm árini hevur tað ikki eydnast Real Madrid, at koma longri enn til tey seinastu 16 í Champions League. Men í ár skal verða ørvísi. Finalan verður 22. maj á Santiago Bernabeu í Madrid. Forsetin í Real Madrid, Florentino Pérez, hevur gjørt øll greitt, at hann vil hava Real í finaluna.
Fyrri dysturin í Lyon endaði við 1-0 sigri til Lyon. Tí skulu Ronaldo, Kaka og hinir í Real Madrid vinna í dag, um teir skulu koma víðari. Real Madrid eru uttan Xabi Alonso og Marcelo. Real keypti í summar franska framherjan, Karim Benzema, úr júst Lyon, men tað er ivasamt um hann er tøkur í kvøld vegna skaða.
Lyon eru uttan Francois Clerc og Cleber Anderson, meðan Cesar Delgado er tøkur eftir skaða.
Dysturin byrjar kl 19.45










