Real Madrid kom trygt víðari, meðan tað stóð á eina løtu hjá Chelsea, sum annars hevði ein mann í yvirtal allan seinna hálvleik. Real Madrid vann 5-2 á APOEL, meðan Chelsea vann 2-1 á Benfica á Stamford Bridge.
Chelsea vann fyrra dystin 1-0 og var tí favorittur at koma víðari. Frank Lampard legði Chelsea á odda í fyrra hálvleiki við brotssparki. Benfica fekk liðskiparan útvístan stutt fyri hálvleik. Benfica javnaði fimm minuttir fyri tíð, men Raul Meireles avgjørdi fjórðingsfinaluna við málið í yvirtíðini.
Real Madrid, sum vann fyrra dystin 3-0, hevði ongar trupulleikar av APOEL og vann 5-2. Cristiano Ronaldo skoraði tvey, meðan Kaka, José Callejón og Ángel Di Maria skoraðu hini trý.
Real Madrid og Chelsea eru nú saman við Barcelona og Bayern Munchen víðari til hálvfinalurnar í Champions League.
Chelsea (1) (0) Benfica 2-1 (Chelsea vinnur samanlagt 3-1)
Roberto Di Matteo hevði aftur Fernando Torres og Salomon Kalou á Chelsea liðnum. Fernando Torres legði upp til málið hjá Salomon Kalou í fyrra dystinum.
Juan Mata sparkaði bóltin í Benfica málið innanfyri fyrsta korterið, men talan var um rangstøðu. Fimm minuttir seinni fekk Chelsea brotsspark, tá Ashley Cole bleiv skumpaður um koll í Benfica brotsteiginum. Tað var um reppið at málverjin bjargaði brotssparkinum frá Frank Lampard, men skotið hjá enska landsliðsmiðvallarinum var ov hart.
Benfica var nær við at javna á degnum, tá fyrri hálvleikur var ein hálvan tíma gamal. Eftir deyðbóltsstøðu bjargaði Chelsea liðskiparin, John Terry, á strikuni. Fimm minuttir fyri tíð kom helst avgerandi løtan í dystinum fyri Benfica, tá liðskiparin, Maxi Pereira, fekk sítt seinna gula kort.
Ferðin var nakað minni í seinna hálvleiki. Bæði liðini høvdu møguleikar at skora, men serliga Chelsea brendu strórar møguleikar.
Fimm minuttir fyri tíð kom spenningur í, tá Javiu Garcia stútaði bóltin í Chelsea málið eftir horna. Benfica trýsti seinastu minuttirnar fyri at fáa avgerandi málið, men Chelsea fór í mótalop og avgjørdi dystin við málið frá Raul Meireles.
Real Madrid(3) (0)APOEL 5-2 (Real Madrid vinnur samanlagt 8-2)
Á Santiago Bernabeu tók José Mourinho ognar kjansir og hevði flestu av føstu leikarunum við frá byjan. Har millum teir báðar dýrastu í heiminum, Cristiano Ronaldo og Kaka.
Tað var eisini Cristiano Ronaldo, sum legði vertirnar á odda aftaná 26 minuttir. Marcelo legði bóltin innfyri úr vinstru og við aftaru stong gjørdist Cristiano Ronaldo leysur og prikaði bóltin í málið. Tíggju minuttir seinni tvífaldaði Kaka leiðsluna, tá hann við neyvum og vøkrum skoti uttanfyri brotsteigin.
Gustavo Manduca minkaði um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki, áðrenn Cristiano Ronaldo og José Callejón øktu aftur. Átta minuttir fyri tíð fekk APOEL brotsspark, sum Esteban Solari umsetti til mál. Minuttin eftir var aftur mál. Ángel Di Maria lyfti bóltin upp um APOEL málverjan til endaliga úrslitið 5-2.
Champions League fjórðingsfinalur:
Chelsea (1) (0) Benfica 1-1
1-0 Frank Lampard, 21
1-1 Javiu Garcia, 85
2-1 Raul Meireles, 90+2
(Chelsea vinnur samanlagt 3-1)
Real Madrid (3) (0 )APOEL 5-2
1-0 Cristiano Ronaldo, 26
2-0 Kaka, 36
2-1 Gustavo Manduca, 67
3-1 Cristiano Ronaldo, 75
4-1 José Callejón, 80
4-2 Esteban Solari, 82
5-2 Ángel Di Maria, 84
(Real Madrid vinnur samanlagt 8-2)
3/3:
Barcelona (0) (0) AC Milan 3-1
1-0 Lionel Messi, 11 (br)
1-1 Antonio Nocerino, 32
2-1 Lionel Messi, 41 (br)
3-1 Andrés Iniesta, 53
(Barcelona vinnur samanlagt 3-1)
Bayern Munchen (2) (0) Marseille 2-0
1-0 Ivica Olic, 13
2-0 Ivica Olic, 37
(Bayern Munchen vinnur samanlagt 4-0)