Real og Bayern berjast um seinna finaluatgongumerkið

Tað er bara eitt atgongumerkið eftir til Champions League finaluna í Munchen tann 19. mei. Bæði Real Madrid og Bayern Munchen vilja hava tað atgongumerkið og í kvøld verður avgjørt á vøllinum hvør skal møta Chelsea í finaluni.

 

Bayern Munchen vann fyrru hálvfinaluna á Allianz Arena í Týsklandi 2-1. Frank Ribery og Mario Gomez skoraðu fyri heimaliðið, meðan Mesut Ozil skoraði fyri Real Madrid.

 

Bæði í Real Madrid og Bayern Munchen eru lyklaleikarar vísir í at teirra lið kemur víðari. Cristiano Ronaldo hevur verið undangongumaðurin hjá Real Madrid í ár og avgjørdi El Clasico uppgerðina móti Barcelona á Nou Camp um vikuskiftið.

 

- Løtan hjá felagnum er komin. Tað er ein stórur dystur og vit fara at vinna hann, segði Cristiano Ronaldo um hálvfinaluna í kvøld.

 

Bayern Munchen kom í finaluna í 2010, men tapti á júst Santiago Bernabeu ímóti Inter Milan og táverandi venjaranum, José Mourinho, sum er núverandi venjari hjá Real Madrid.

 

- Eg rokni við at teir koma við, sum teir hava og vit mugu arbeiða hart í verjupartinum. Málið hjá okkum er at standa ímóti trýstinum fyrst tjúgu minuttirnar. Eg kenni tó á mær at vit mugu skora og eg haldi at vit vinna, segði Bastian Schweinsteiger á tíðindafundinum í gjár.

 

Real Madrid og Bayern Munchen bresta saman á Santiago Bernabeu í Madrid í kvøld klokkan 19:45. Real Madrid skal skora um teir skulu gera sær nakrar tankar um at koma í Champions League finaluna.

 

Champions League hálvfinala:

 

Real Madrid (1) – (2) Bayern Munchen 19:45