Spanska høvðusstaðarfelagið er nú virðismiklasta fótbóltsfelagið í heiminum, Teir hava yvirhálað Manchester United, sum annars hevur havt heiðurin síðani 2004, tá amerikanska tíðarritið, Forbes, fór undir at fylgja við í fótbólti.
Forbes metir, at Real Madrid hevur eitt virðið upp á slakar 19 milliardir krónur. Tað er millum annað takka verið nýggju stuðulsavtalum og øktum umsetningi, at felagið hevur yvirhála Manchester United. Inntøkurnar eru øktar við 72 prosentum seinastu trý árini, og felagið er á gáttini at gera langtíðaravtalu við Emirates flogfelagið.
Manchester United hevur somuleiðis framgongd, men ikki eins stóran mun sum Real Madrid. Enska felagið hevur gjørt stóran stuulssáttmála við Chevrolet og selt navnarættindini til venjingarstøðina til tryggingarfyritøkuna Aon.
Manchester United hevur eitt virðið á beint undir 18 milliardum krónum.
Nummar trý á listanum er Barcelona. Virðið á felagnum tvífaldaðist eftir góðu árini undir Pep Guardiola, umframt at felagið hevur gjørt góðar avtalur við Nike og Qatar Airways. Tað var fyrstu ferð í søguni hjá felagnum, at tað gjørdi eina stuðulsavtalu við eina fyritøku, sum afturfyri fær sítt navn á troyggjuna.
Nýggjastu tølini hjá Forbes eru frá 2012.
Top tíggju listin sær soleiðis út:
1. Real Madrid (18,8 milliardir krónur)
2. Manchester United (17.9 milliardir krónur)
3. Barcelona (14,8 milliardir krónur)
4. Arsenal (7,4 milliardir krónur)
5. Bayern Munchen ( 7,4 milliardir krónur)
6. AC Milan (5,4 milliardir krónur)
7. Chelsea (5,1 milliard krónur)
8. Juventus (4 milliardir krónur)
9. Manchester City (3,9 milliardir krónur)
10. Liverpool (3,7 milliardir krónur)