Í gjár tapti Real Madrid 2-1 í Torino fyri Juventus í fyrru hálvfinaluni í Champions League. Fyrrverandi Manchester United liðskiparin og viðmerkjari á ITV, Roy Keane, hevði ikki nakað gott at siga um avrikið hjá Gareth Bale.
Les eisini: Juventus kós móti finaluni
- Tað er ringt at vinna ein slíkan dyst við tíggjum monnum. Gareth Bale gav teimum einki, segði ein bersøgin Roy Keane eftir dystin.
Les eisini: Guardiola aftur á Camp Nou
Gareth Bale hevur verið fyri nógvum atfinningum hetta kappingarárið. Soleiðis varð eisini í Italia í gjár. Hann hevði bara 32 bóltnertingar, og í sponsku miðlunum tosa teir um Gaerth Bale – tann ósjónliga.
Eisini Sergio Ramos fær av grovfílini. Her verður tó víst á, at hann spældi á verjukenda miðvøllinum og ikki í miðverjuni, sum er hansara fasta pláss.
Juventus kom á odda 1-0, men so javnaði Cristiano Ronaldo, áðrenn Carlos Tevez umsetti brotsspark til endaliga úrslitið, 2-1 til Juventus.
Í kvøld verður fyrra hálvfinalan millum Barcelona og Bayern Munchen. Finalan verður í Berlin í Týsklandi.










