Tíðarritið “Forbes” hevur aftur í ár kunngjørt ein lista við teimum virðismiklastu fótbóltsfeløgunum í heiminum. Triðja árið upp í slag er Real Madrid nummar eitt á listanum.
Hóast virðið á kongafelagnum er fallið áleið fimm prosent, so eru teir hvítu úr Madrid framveigs ovast á listanum. Real Madrid verður mett at hava eitt virðið á 21,7 milliardir krónur.
Í hølunum á teimum koma arvafíggindarnir úr Barcelona. Teir hava eitt virðið á 20,8 milliardir krónur. Á triðja plássi er enska Manchester United, sum verður mett at hava eitt virðið á 20,4 milliardir krónur, hóast felagið ikki hevur verið í Champions League hetta kappingarárið.
Í topp 10 listanum eru fimm úr Onglandi, tvey úr Spania og Italia, meðan eitt er úr Týsklandi.
Topp 10 virðismiklastu fótbóltsfeløgini í heiminum:
1. Real Madrid – 21,7 milliardir krónur
2. FC Barcelona – 20,8
3. Manchester United – 20,4
4. Bayern Munchen – 15,5
5. Manchester City – 9,13
6. Chelsea – 9,06
7. Arsenal – 8,66
8. Liverpool – 6,55
9. Juventus – 5,54
10. AC Milan – 5,12