Seinastu tíðina hava nógvar leysasøgur gingið, um at Real Madrid skal hava í umbúna at selja heimsins dýrasta fótbóltsspælara, Gareth Bale. Serliga tvey ensk feløg, Manchester United og Chelsea, sigast hava áhuga í kvika vonginum, men tey kunnu nú gloyma allar tankar um at keypa Bale, hóast nógv viðhaldsfólk hjá Real Madrid hava funnist hvassliga at avrikunum hjá Bale í seinastuni.
- Vit hava ongar ætlanir um at selja Gareth Bale. Hann er ein leikari, sum kemur at vera ein av grundarsteinunum á liðnum hjá okkum næstu árini, og tað sama er galdandi fyri Cristiano Ronaldo, segði forsetin í Real Madrid, Florentino Perez fyri fjølmiðlum í gjár.










