Real Madrid vil hava hotell hjá bretum

Spanska stórfelagið Real Madrid vil gjarna sleppa inn á eitt ávíst gistingarhús í Eysturíki í sambandi við eina venjingarlegu har, men trupulleikin er, at einki pláss er á gistingarhúsinum. Orsøkin er, at enska felagið Plymouth Argyle hevur bókað hotellið í sambandi við eina venjingarlegu hjá sær. Real Madrid hevur spurt enska felagið, um teir vilja flyta til eitt annað gistingarhús, og afturfyri skulu teir sleppa at spæla ein venjingardyst ímóti Real Madrid. Plymouth, sum spælir í næstbestu ensku deildini, er sinnað at veita Real Madrid eina hjálpandi hon, og felagið leitar nú eftir einum nýggjum hotelli at búgva á