Real Madrid er saman við Borussia Dortmund fyrsta liðið, sum er endaliga víðari til endaspælið í Champions League. Tað er greitt, eftir at teir í kvøld vunnu 1-0 á Liverpool í kvøld. Hóast Liverpool var uttan Steven Gerrard, Dejan Lovren og Raheem Sterling, so megnaði Liverpool at geva Real Madrid størri mótstøðu enn seinast.
Einsamalla málið skoraði Karim Benzema miðskeiðis í seinna hálvleiki. Real Madrid hevði møguleikar til meiri, men menn sum sum Simon Mignolet, Kolo Toure og Alberto Moreno greiddu sína uppgávu væl í Madrid, meðan Real Madrid tóktist hava hondbremsuna eitt sindur uppi, eftir at teir komu á odda 1-0.
Her er ein samanumtøka av dystunum bólki A, B, C og D, sum hava verið í kvøld.
Bólkur A:
Atletico Madrid knúgvaði Malmø í Svøríki, men talan var um heldur javan dyst, sum ikki bleiv avgjørdur fyrr enn seint í dystinum, tá Raul Garcia skoraði tíggju minuttir fyri tíð.
Massimiliano Allegri, venjari hjá Juventus, kravdi undan dystinum ein sigur. Tað sá illa út, tá Olympiakos legði seg á odda 2-1 í seinna hálvleiki, men Juventus svaraði aftur við tveimum málum og hevur framvegis góð kort á hondini at koma víðari.
Støðan:
1. Atletico Madrid 9
2. Juventus 6
3. Olympiakos 6
4. Malmø 3
Malmø - Atletico Madrid 0-2 (0-1)
0-1 Koke, 30
0-2 Raul Garcia, 79
Juventus – Olympiakos 3-2 (1-1)
1-0 Andrea Pirlo, 21
1-1 Alberto Botia, 24
1-2 Delvin Ndinga, 61
2-2 Roberto, 65 sjálvmál
3-2 Paul Pogba, 66
Bólkur B:
Real Madrid vann 1-0 á Liverpool við málið, sum Karim Benzema skoraði aftaná 26 minuttir. Real madrid hevði møguleikar til meiri, men móti endanum skifti Liverpool inn spælarar, sum vanliga byrja inni, men megnaðu ikki ordiliga at trýsta Real Madrid, sum er víðari.
Basel vann ein greiða sigur á Ludogorets og hevur nú lagt seg trý stig framum Liverpool. Basel hevði ikki stórvegis trupulleikar av gestunum úr Bulgaria. Basel er nú í eini góðari støðu, tí tapa teir ikki á Anfield í seinasta dystinum, so eru teir víðari.
Støðan:
1. Real Madrid 12
2. Basel 6
3. Liverpool 3
4. Ludogorets 3
Real Madrid – Liverpool 1-0 (1-0)
1-0 Karim Benzema, 27
Basel – Ludogorets 4-0 (2-0)
1-0 Breel Embolo, 34
2-0 Derlis Gonzalez, 41
3-0 Shkelzen Gashi, 59
4-0 Marek Suchy , 65
Bólkur C:
Bayer Leverkusen er so gott sum víðari, eftir at teir fyrr í kvøld vunnu 2-1 á Zenit í Russlandi. Benfica fekk eina lívlinju, tá teir í evstu løtu vunnu á Monaco, sum undan dystinum einki mál hevði latið inn.
Støðan:
1. Bayer Leverkusen 9
2. Monaco 5
3. Zenit 5
4. Benfica 4
Zenit - Bayer Leverkusen 1-2 (0-0)
0-1 Heung-Min Son, 68
0-2 Heung-Min Son, 73
1-2 Jose Salomon Rondon, 89
Benfica – Monaco 1-0 (0-0)
1-0 Anderson Talisca, 82
Bólkur D:
Arsenal var leingi víðari í kvøld, men teir megnaðu at tveita eina 3-0 leiðslu vekk móti Anderlecht. Úrslitið merkir, at Arsenal enn ikki er víðari, men støðan sær nú gott út hjá teimum alíkavæl, eftir at Borussia Dortmund vann á Galatasaray. Borussia Dortmund er víðari.
Støðan:
1. Borussia Dortmund 12
2. Arsenal 7
3. Anderlecht 2
4. Galatasaray 1
Arsenal – Anderlecht 3-3(2-0)
1-0 Mikel Arteta, 25, br
2-0 Alexis Sanchez, 29
3-0 Alex Oxlade-Chamberlain, 58
3-1 Anthony Vanden Borre, 61
3-2 Anthony Vanden Borre, 73 br
3-3 Aleksandar Mitrovic, 90
Borussia Dortmund – Galatasaray 4-1 (1-0)
1-0 Marco Reus, 39
2-0 Sokratis, 54
2-1 Hakan Kadir Balta, 69
3-1 Ciro Immobile, 73
4-1 Semih Kaya, 84 sjálvmál










