Seinna hálvan av fyrsta umfarið í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Størsti skelkurin kom á Santiago Bernabeu, har verandi meistararnir úr Real Madrid mundu tapt fyri Sporting Lisbon, um tað ikki var fyri Cristiano Ronaldo og Álvaro Morata.
Bólkur C
Dysturin millum Manchester City og Borussia Munchengladbach bleiv í gjár útsettur, tí tað regnaði so illa í Manchester. Í kvøld bleiv dysturin so spældur og Manchester City vann 2-0. Sergio Aguero, sum í løtuni er leikbannaður í Premier League, skoraði hattrik.
Bólkur E:
Tottenham spælir sínar Champions League á Wembley, men tað spældi ikki væl av í kvøld. Tottenham tapti 2-1 fyri franska Monaco. Í hinum dystinum í bólkinum spældu Bayer Leverkusen og CSKA Moskva javnleik 2-2.
Bólkur F:
Cristiano Ronaldo skoraði i evstu løtu móti barndómsfelagnum, sum annars púra óvæntað var á odda 1-0. Sporting Lisbon mundi halda at eitt stig var tó heima, men so var ikki. Tí fimm minuttir inn í yvirtíðina skoraði Álvaro Morata til 2-1.Í hinum dystinum vann Borussia Dortmund ikki minni enn 6-0 á útivølli moti Legia Warszwa.
Bólkur G:
FCK vann sær eitt stig á útivølli móti FC Porto. Andreas Cornelius javnaði fyri FCK stutt inn í seinna hálvleik. FCK fekk ein mann útvístan, men kláraði at standa ímóti. Leicester vann sín fyrsta dyst í Champions League.
Bólkur H:
Lyon liggur á odda í bólkinum, eftir tryggan 3-0 sigur á Dinamo Zrageb úr Kroatia. Einki mál kom í dystinum millum Juventus og Sevilla
Bólkur C:
Manchester City - Borussia Munchengladbach 4-0
Bólkur E:
Bayer Leverkusen - CSKA Moskva 2-2
Tottenham Hotspur – Monaco 1-2
Bólkur F:
Legia Warszawa - Borussia Dortmund 0-6
Real Madrid - Sporting CP 2-1
Bólkur G:
Club Brugge - Leicester City 0-3
Porto – FCK 1-1
Bólkur H:
Juventus – Sevilla 0-0
Lyon - Dinamo Zagreb 3-0