Real Madrid vann meistaraheitið

Undan seinasta umfarinum í bestu sponsku fótbóltsdeildini í kvøld var alt púra opið í oddinum. Real Madrid og Barcelona lógu jøvn í stigum á fyrsta plássið, meðan Sevilla á triðja plássi eisini hevði møguleika at vinna meistaraheitið, um bæði Real Madrid og Barcelona snávaðu.

 

Tað er tó eingin ivi um, at Real Madrid var favorittur at vinna meistaraheitið, tí ein sigur til spanska kongafelagið í seinasta dystinum á heimavølli ímóti Mallorca tryggjaði teimum meistaraheitið.

 

Tað leikaði tó hart á hjá Real Madrid, tí dysturin var bert 17 minuttir gamal, tá Varela legði gestirnar á odda. Henda støðan helt sær líka til hálvleiks, og samstundis sum Real Madrid var aftanfyri, førdi Barcelona heili 3-0 ímóti Gimnastic. So nú var meistaraheitið í Barcelona.

 

Í seinna hálvleiki gekk eisini leingi striltið hjá Real Madrid, men tá 65 minuttir vóru farnir, valdi venjarin, Fabio Capello at seta José Antonio Reyes inn, og hetta gav úrslit. Reyes var ikki meir enn komin á vøllin, tá hann javnaði til 1-1.

 

10 minuttir fyri leiklok legði Mahamadou Diarra Real Madrid á odda 2-1, tá hann var hægstur eftir hornaspark, og so var Real Madrid á meistarakós.

 

Tríggjar minuttir seinni bleiv dysturin í roynd og veru avgjørdur, tá Reyes sendi eitt langskot í netið. 3-1 gjørdist endaliga úrslitið í Madrid, og Real Madrid tryggjaði sær meistaraheitið.