Real Madrid vann í gjár 3-1 á FC Barcleona á Camp Nou í Katalonia. Í sínum helst seinastu “El Clasico” dysti á heimavølli megnaði Lionel Messi ikki at koppa Sergio Ramos og Real Madrid.
Tað hevur verið stjónarkreppa í FC Barcelona síðani liði tapti 8-2 í fjórðingsfinaluni í Champions League móti Bayern Munchen, men Lionel Messi fór ongan veg áhesum sinni, og spælarar sum Gerard Pique, Marc ter Stegen, Clément Lenglet og Frenkie de Jong hava allir longt sáttmálan. Hartil hava avrikini verið á eini leið í hesum kappingarárinum.
Real Madrid vann meistaraheitið farna kappingarár, men longu nú verður mett, at Zinedine Zidane er á markinum til at fáa sparkið. Orsøkin er fleiri minni góð avrik í hesum kappingarárinum. Undan dystinum í gjár hevði Real Madrid tapt á heimavølli móti Cadíz og Shakhtar Donetsk úr Ukreina, men tað skal eisini sigast, at krøvini í Real Madrid er óvanliga høg til ein venjara.
Tí kundi okkurt bent á, at FC Barcelona fór at hava munin, men so bleiv ikki. Real Madrid kom á odda tíðliga í dystinum við frálíkum máli frá Federico Valverde. Ansu Fati svaraði aftur fáar minuttir seinni, tá hann gjørdist yngsti málskjúttin í hesi uppgerðini nakrantíð.
##med2##
Í seinna hálvleiki legði Sergio Ramos gestirnar á odda við brotssparki, sum í besta føri er umstrídd sambært sponskum fjølmiðlum. Hetta tí fleiri líknandi støður hava verið gjøgnum VAR-rúmið, men eru ikki dømdar. Karismatiski liðskiparin hjá Real Madrid var um reppið at økja stutt seinni. Luka Modric setti punktum við hegnisligum máli móti dystarenda.
Ítróttarliga kreppan í Real Madrid er ikki størri enn, at felagið liggur á fyrsta plássi í La Liga, tó við einum dysti fleiri enn grannarnir úr Atletico Madrid, sum hava tvey stig færri. FC Barcelona endaði nú mitt á stigatalvuni.
##med3##
1 | Real Madrid | 6 | 4 | 1 | 1 | 9:4 | 13 |
2 | Atlético Madrid | 5 | 3 | 2 | 0 | 10:1 | 11 |
3 | Real Sociedad | 6 | 3 | 2 | 1 | 10:2 | 11 |
4 | Villarreal | 6 | 3 | 2 | 1 | 8:8 | 11 |
5 | Osasuna | 6 | 3 | 1 | 2 | 6:4 | 10 |
6 | Getafe | 5 | 3 | 1 | 1 | 5:3 | 10 |
7 | Elche | 5 | 3 | 1 | 1 | 5:4 | 10 |
8 | Cádiz | 6 | 3 | 1 | 2 | 6:6 | 10 |
9 | Granada | 5 | 3 | 1 | 1 | 7:8 | 10 |
10 | Real Betis | 7 | 3 | 0 | 4 | 7:11 | 9 |
11 | Eibar | 7 | 2 | 2 | 3 | 5:6 | 8 |
12 | Barcelona | 5 | 2 | 1 | 2 | 9:5 | 7 |
13 | Sevilla | 5 | 2 | 1 | 2 | 5:4 | 7 |
14 | Valencia | 7 | 2 | 1 | 4 | 9:11 | 7 |
15 | Athletic Bilbao | 6 | 2 | 0 | 4 | 4:6 | 6 |
16 | Huesca | 6 | 0 | 5 | 1 | 4:6 | 5 |
17 | Celta de Vigo | 6 | 1 | 2 | 3 | 3:9 | 5 |
18 | Alavés | 6 | 1 | 1 | 4 | 3:8 | 4 |
19 | Real Valladolid | 6 | 0 | 3 | 3 | 5:9 | 3 |
20 | Levante | 5 | 1 | 0 | 4 | 5:10 | 3 |