Tað er stórur spenningur í oddastríðnum í sponsku landskappingini, eftir at Real Madrid í gjár vann “El Clasico” uppgerðina móti FC Barcelona. Real Madrid vann 2-1 við málum frá Karim Benzema og Toni Kroos í fyrra hálvleiki.
Tað var fyrr var ein hegnisligur hælari frá Karim Benzema, eftir flatt innleggur úr høgru, meðan tað seinna var eitt fríspark, sum rakti ein spælara hjá FC Barcelona í bakið og snýtti málverjan. Mest óvæntaði málskjúttin í gjár var Oscar Mingueza, ið minkaði um munin fyri gestirnar úr Barcelona.
Real Madrid hevur nú vunnið á bæði Liverpool og FC Barcelona á Alfredo Di Stefanio leikvøllinum í somu viku. Zinedine Zidane og hansara menn eru nú nummar eitt í La Liga, har har tað er tætt í oddinum, og favorittar at koma víðari til hálvfinaluna í Champions League. Fyrrverandi franski heimsmeistarin segði eftir dystin, at nú er ikki nógv bensin eftir í tanganum hjá Real Madrid.
Í Barcelona hava tey ikki minst meistaravónina, men tey eru misnøgd við, at innskifti Martin Braitewaite ikki fekk brotsspark móti dystarenda, tá hann fekk eitt lítið hál í armin. Ronald Koeman, venjari hjá FC Barcelona var í øðini eftir dystin. Talan hevði verið um eitt avbera bíligt brotsspark, men størsti parturin av øðini kemur nokk frá, at Sergio Ramos fekk eitt eins bíligt brotsspark í fyrru uppgerðini.
##med2##