Real Madrid vann á Barcelona

Real Madrid vann í kvøld 2-1 á Barcelona og er nú heili sjey stig á frammanfyri Lionel Messi og hansara menn. Sami Khedira og Cristiano Ronaldo skoraðu málini fyri Real Madrid, meðan Alexis Sanchez skoraði fyri Barcelona.

 

Real Madrid valdi at byrja við trimum framrættaðum miðvallarum, umframt Karim Benzema í álopinum. Gestirnir løgdu eisini eitt lutfaldsliga høgt trýst á Barcelona frá byrjan. Heimaliðið hevði bæði Alexis Sanchez og Cesc Fabregas á bokinum í mun til Champions League dystin móti Chelsea.

 

Real Madrid kom á odda aftaná 17 minuttir, tá Sami Khedira var fyrstur á ein retur eftir hornaspark. Victor Valdes í Barcelona málinum megnaði ikki at halda stútarinum frá Pepe og so var Sami Khedira skjótur og prikaði bóltin frá Carles Puyol, sum royndi at verja fyri.

 

Barcelona setti seg á spælið eftir málið, men hevði trupult við at skapa nakar møguleikar. Nærmast kom Xavi stutt fyri hálvleik, men bólturin fór við síðuna av.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki skifti Barcelona Alexis Sanchez inn fyri Xavi Hernandez. Tað gekk bara ein minuttir, so javnaði Alexis Sanchez fyri vertirnar. Iker Casillas bjargaði tvær ferðir, men í triðju atløgu megnaði Alexis Sanchez at skumpa bóltin um málstrikuna.

 

Tað gingu bara tríggir minuttir, so legði Cristiano Ronaldo Real Madrid á odda aftur. Hann bleiv spældur leysur í høgru síðu og rann frá verjuni áðrenn hann sparkaði bóltin í málið.

 

Eftir seinna málið megnaði Barcelona ikki orduliga leggja trýst á Real Madrid, sum megnaði at halda fast um leiðsluna.

 

Barcelona venjarin, Josep Guardiola, segði undan dystinum, at vann hansara lið ikki dystin, so fór Real Madrid at vinna meistaraheitið. Tað tykist eisini sera sannlíkt, at Real Madrid verður meistari nú teir eru sjey stig fremst.

 

La Liga:

 

Barcelona – Real Madrid 1-2

0-1 Sami Khedira, 17

1-1 Alexis Sanchez, 70

1-2 Cristiano Ronaldo, 73