Real Madrid vann í kvøld 2-1 á FC Barcelona á Camp Nou. FC Barcelona var á odda 1-0, men stóð eftir við ongum. Karim Benzema og Cristiano Ronaldo skoraði málini fyri gestirnar.
Dysturin byrjaði við minningarløtu fyri Johan Cruyff, sum doyði herfyri. Heimaliðið megnaði ikki at heiðra honum á vøllinum, tí avrikið var ikki nóg gott. Sum heild var dysturin linligari enn flestu ”El Clasico” uppgerðirnar á Camp Nou.
Gerard Pique legði Barcelona á odda við stútara miðskeiðis í seinna hálvleiki. Løtu seinni javnaði Karim Benzema við hegnisligum hálvligjandi skoti. Løtu seinni fekk Sergio Ramos sítt seinna gula kort og bleiv útvístur.
Gareth Bale átti av røttum at hava lagt Real Madrid á odda, men onkursvega valdi dómarin at bríksla fyri frísparki. Løtu seinni tryggjaði Cristiano Ronaldo rættvísi, tá hann úr vinstru fekk fatur á bóltinum tætt undir málinum, og skoraði.
Barcelona er framvegis greitt á odda í La Liga.